Samferðslumál, undantikið Strandfaraskip Landsins eru løgd til Innlendismálaráðið at sita fyri. Samferðslumál verða í høvuðsheitinum umsitin av Landsverk, sum er stovnur undir Innlendismálaráðnum. Stovnurin hevur um hendi vega- og havnamyndugleikauppgávur og byggiharrauppgávur. Stovnurin ráðleggur og ger ætlanir, útinnir, rekur og viðlíkaheldur landsvegir, havnir, bygningar, tyrlupallar og økið kring flogvøllin. Nevndirnar í almennu partafeløgunum Vágatunlinum og Norðoyatunlinum vísa til Innlendismálaráðið. Tað sama verður galdandi fyri nevndina í P/F Sandoyartunlinum. Innlendismálaráðið er farið undir fyrireikingarnar til samráðingar um treytir o.a. við P/F Skálafjarðartunnilin, sum skal gera fast samband millum Suðurstreymoy og Skálafjørðin. Hetta er størsta einstaka verkætlan á samferðsluøkinum í Føroyum higartil. Ætlandi verður lógaruppskot hesum viðvíkjandi lagt fyri Løgtingið fyrst í komandi ári. |